Gallon
Appearance

US gallon
Imperial gallon
Ongar dátur
Gallon eru rúmmál, sum enn verða brúkt í Norðuramerika, Suðuramerika og Osiania.
Ein imperial gallon ella UK gallon er 4,546 litrar. Verður brúktur eitt sindur í Karibia. Varð brúkt í Bretlandi, Írlandi, Kanada, Avstralia og Nýsælandi.
Ein US liquid gallon ella bara US gallon er 3,785 litrar. Verður brúktur í USA, Liberia og eitt sindur í Karibia, Miðamerika, Suðuramerika og Mikronesia.
Ein US dry gallon er 4,405 litrar. Verður ikki brúktur longur.
